Sunnudagin vann Hødd 2-0 ímóti Sarpsborg í fyrsta dystinum í Adeccio-liguni - sum næstbesta norska fótbóltsdeildin eitur - á Høddvoll-leikvøllinum í Ulsteinsvik. Rógvi sendi Hødd á sigurskós, tá hann stútaði til 1-0 í 77. minutti. - Hetta gjørdist ein dystur, júst sum eg væntaði, við nógvum hørðum nærdystum. Enn kunnu vit bøta nógv um spælið. Nakað av tí, sum eg eri mest nøgdur við í dag er, at vit klára at bíta frá okkum, at vit stríðast, og at vit eru kontantir frammanfyri málið hjá okkum. Og so megna vit eisini tað týdningarmesta, nevnliga at skora, og at fáa 3 stig til høldar, sigur Sture Fladmark við lokala blaðið, Sunmørsposten. Spurdur um hann er nøgdur við nýggju leikarnar? Svarar Fladmark: - Tá um Rógva ræður, sigur tað seg sjálvt: Hann er ein klassaspælari.