Venjarin krevur heilhjartaðan hugburð

Julian Hansen, venjari hjá HB, skrivar í leikskránni undan stórtapinum fyri KÍ á heimavølli um vikuskiftið, at spælið og úrslitini hava ikki verið nøktandi fyri venjararnar og spælararnar í fleiri dystum.

Vit eru samdir um, at hetta skal gerast betur, og at avrikini mugu verða meira støðug, um vit skulu røkka málinum, sum er at brynja liðið til avgerandi dystir um føroyameistaraheitið í heyst, skrivar venjarin.

 

- Vit, ið elska HB treytaleyst, krevja og hava altíð kravt ein heilhjartaðan innsats frá øllum ábyrgdarfólki í felagnum. Hetta hevur altíð fingið fólk í felagnum at finna teirra bestu eginleikar fram. Krøvini eru eisini galdandi fyri okkum í Vodafone-venjaratoyminum. Vit skulu syrgja fyri, at hesin heilhjartaði innsatsturin, sum er gjøgnumgangandi í felagnum, sæst á teimum 11 leikarunum á vøllinum. Innsatsurin skal flyta okkum upp, har vit eiga at vera, skrivar Julian Hansen.

 

HB hevur tapt tveir dystir upp í slag í Gundadali. Fyrst 1-4 fyri B36, og síðani 1-4 fyri KÍ.