Venjarin hjá West Ham í øðini: Hvat gert tú?

Europa League: FC Barcelona slapp við skrekkinum og venjarin hjá West Ham er í øðini

Í gjár vóru fyrru fjórðingsfinalurnar í Europa League. West Ham fekk ein spælara útvístin, men fekk javnleik móti Lyon. FC Barcelona spældi illa, men fekk javnleik í Frankfurt.

 

West Ham – Lyon 1-1 (0-0) Jarrod Bowen 52 - Tanguy Ndombele 66

 

David Moyes, venjari hjá West Ham, var í øðini eftir dystin móti franska Lyon. Hann fekk ein spælara útvístan í fyrra hálvleiki og noktaði at tosa um dómaran eftir dystin. Hartil rann ein áskoðari inn á vøllin móti dystarenda, tá West Ham var á veg í álop.

 

- Eg bleiv máttleysur. Hetta felagið ger so nógv rætt, men slíkar støður hjálpa ikki. Vit vóru á veg í álop og høvdu møguleika at skora. Dómaran tími eg ikki at tosa um, segði David Moyes í samrøðu eftir dystin.

 

Eintracht Frankfurt – FC Barcelona 1-1 (0-0) Ansgar Knauff, 48 – Ferran Torres, 66

 

Heimaliðið spældi ein góðan dyst og kundi verið á odda við fleiri málum, enn dundurskotinum hjá Ansgar Knauff tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik. Gestirnir reistu seg í seinna hálvleiki og skoraðu eitt væl spælt álop, tá Ferran Torres og Frenkie de Jong spældu skjótt sína millum, so fyrrnevndi kundi javna.

 

SC Braga – Rangers1-0 (1-0) Abel Ruiz, 40

 

Fyri bæði heimaliðið og gestirnar er talan um eitt ævintýr í Evropa, og annar kemur í hálvfinaluna. Braga hevur leiðsluna við máli, sum Abel Ruiz skoraði stutt fyri hálvleik. Rangers hevur misti eitt stórt fet í heimligu kappingini við ósigri á heimavølli móti Celtic. Nú kann øll orkan leggjast í returdystin móti Braga.

 

RB Leipzig – Atalanta1-1 (0-1)

 

Týsku vertirnir komu víðari til fjórðingsfinaluna uttan dyst, tí Spartak Moskva er útihýst úr kappingini. Atalanta koma á odda longu eftir eitt stórt korter, tá Luis Muriel sendi bóltin upp í handara málhorn.

 

Heimaliðið fekk eina hjálpandi hond, tá útjavnandi málið kom. Davide Zappacosta var óheppin at rudda bóltin í egið mál eftir innlegg. Hvørki RB Leipzig ella Atalanta vinna sín heimligu kapping, so hetta er stóri møguleikin fyri einum steypi í ár.

 

Returdystirnir eru um eina viku.