Føroyski landsliðsbakkurin, Viljormur Davidsen, skal hava nýggjan venjara og nýggjan ítróttarstjóra. Tað felagið frá í dag. Tonny Hermansen og Mads Bro Hansen, venjari og ítróttarstjóri, fara frá alt fyri eitt.
Viljormur Davidsen og Vejle taptu í gjár 2-0 fyri FC Roskilde á heimavølli. Talan var um vónbrot og tað er vánaligu úrslitini, ið gera at venjarin nú er koyrdur frá.
Vejle hevur annars havt fíggjarligar trupulleikar. Tað var um reppið, at felagið fór á heysin, men bleiv bjargað av ónevndum íleggjarum. Fyribils er Kleber Sarenpää settur sum venjari. Svenskarin hevur fyrr spælt í millum annað AaB.










