Tað kom sum ein skelkur í fjør, tá ið Sámal Erik Hentze steðgaði í B36 stutt eftir, at hann hevði vunnið føroyameistaraheitið í felagnum.
Nú hevur ein líknandi støða tikið seg upp í donskum fótbólti. FC Midtjylland, sum nú aftur hevur føroyska Sonna Ragnar Nattestad í hópinum, kunngjørdi í gjár, at venjari teirra, Glen Riddersholm, steðgar í felagnum. Hetta er ein stórur skelkur fyri danska fótbóltsheimin, tí at tað eru bara fáar vikur síðani, at FC Midtjylland við Glen Riddersholm á odda vann fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins.
Orsøkin sigst at vera innanhýsis ósemjur ímillum Riddersholm og felagið.
Sonni Ragnar Nattestad spældi fimm dystir í FC Midtjylland við Glen Riddersholm sum venjara. Seinasta árið hevur føroyski miðverjin verið útleigaður til ávíkavist Horsens og Vejle í næstbestu deildini, men spennandi verður, um føroyingurin fær meira álit í FC Midtjylland nú, tá ið nýggjur venjari kemur til felagið.