KÍ vann sær í kvøld ein flottan javnleik móti Ferencvaros úr Ungarn í 1. undanumfarinum í Champions League. Eftir dystin skuldi verða tíðindafundur við venjarunum báðum, men bara Magne Hoseth møtti upp.
Eftir hava svarað upp á nakrar spurningar fór Magne Hoseth víðari, meðan bíðað varð eftir fyrrverandi russiska landsliðsvenjaranum, Stanisláv Tjertjesov. Hann var sjónliga óður undir dystinum og aftaná eina løtu komu boð um, at hann ikki var sinnaður at møta á tíðindafundi.
Tað skal tó verða ósagt, um tað var øði, ið gjørdi, at hann ikki vildi møta upp. Tað vóru ungarsk tíðindafólk á staðnum, men tey tóktust ikki nervast av at venjarin ikki tímdi at møta. Tað skal eisini sigast, at tíðindafundurin ikki er krav, men at tað var avtalað frammanundan.