Venjarin hjá Start heldur fram

Ikki óvæntað hava bæði áskoðarar og leiðsla í Start verið sera væl nøgd um arbeiðið, sum venjarin, Tom Nodrlie, hevur gjørt hetta kappingarárið.
Start og Todi Jónsson eru framvegis oddalið í norsku kappingini, og nú hevur felagið so boðað frá, at venjarin komandi trý árini eisini eitur Tom Nordlie. nýggjur sáttmáli er nevnliga gjørdur, og bindur hesin væl lýdda venjaran at felagnum til og við 2008.