Venjarin hjá Neistanum sagt upp

Kvinnuliðið hjá Neistanum skal nú hava nýggjan venjara.

Tað er greitt eftir at venjarin, Birgir Hansen hevur sagt upp í kjalarvørrinum á, at Neistin ikki megnaði at spæla seg í steypafinaluna.

Almenna orsøkin er, at hann metir seg ikki at kunna geva liðnum nakað meira í løtuni, sigur heimasíðan hjá Neistanum.

Uppsøgnin er tikin til eftirtektar og tey eru longu farin í gongd at finna nýggjan venjara.

Kringvarpið sigur, at til nýggjur venjari er funnin, tekur hjálparvenjarin Sigrun Mikkelsen, sær av venjingini.

Á myndini er Birgir Hansen vinstrumegin, saman við Kára Nielsen.