Mjølnir hevur fingið nýggjan venjara. Í seinastu viku skrivaðu vit, at 25 ára gamli jugoslavin Borko Ilic, skuldi taka við venjarastarvinum hjá Mjølni, samstundis sum hann skal spæla við mansliði felagsins.
Nú er venjarin komin, og sáttmáli er undirskrivaður partanna millum, sum sigur, at Ilic verður venjari hjá Mjølni tað sum eftir er av árinum.
Ilic skal venja øll liðini hjá Mjølni frá 16 árum og uppeftir.
Samstundis sum hann skal venja eldru liðini skal Ilic eisini spæla við meistaradeildarliðnum hjá Mjølnirmonnunum og tað fer hann at gera fyrstu ferð um vikuskiftið og sum tað sømir seg, verður fyrsti dysturin á heimavølli.
Hjá Mjølni kemur hetta stak væl við, tí teir liðið hevur ikki verið so væl mannað higartil í ár, og tað tapti fyrsta dystin móti Fram. Hvussu nú fer at gangast veldst um hvussu Ilic klárara seg.