Tað var 24. mars í ár, at Roberto Mancini og venjarin hjá Everton, David Moyes, nærmast fóru til hendurs. Mancini vildi vera við, at David Moys tók sær ov góða tíð við bóltinum, ið var komin út um síðulinjuna. Mancini rann yvir til Moys og royndi at fáa bóltin í spæl skjótast gjørligt. Tað endaði við at teir mundu fari til hendurs. Everton vann dystin, ið var spældur á City of Manchester Stadium.
Nu hevur enska fótbóltssambandið viðgjørt málið og komið til tað niðurstøðu, at Mancini fær eina bót uppá uml 170.000 krónur, men ikki leikbann. Sostatt sleppur hann at sita á bonkinum, tá Manchester City leygardagin taka ímóti granninum úr Manchester United.