Avgerðin er tikin eftir tveir teir seinastu dystirnir, har Fremad Amager hevur tapt báðar, og ikki longur er ovast í triðbestu deildini. Um vikuskiftið tapti Fremad Amager heili 0-3 fyri FC Roskilde, og hetta sendur Amager-felagið á eitt 2. pláss, sum ikki viðførir beinleiðis uppflyting.
- Orsakað av gongdini og úrslitunum í ár, hevur leiðslan ikki longur vón um, at Jacob Friis-Hansen kann røkka teimum málsetningum, ið Fremad Amager hevur sett sær, verður m.a. nevnt í tíðindaskrivi frá Fremad Amager.
Jacob Friis-Hansen náddi tískil ikki at vera venjari eitt heilt ár í felagnum. Einki verður sagt um, hvør tekur við sum nýggjur venjari.