Venjarin hjá Arsenal fingið sekkin

Arsenal skal hava nýggjan venjara

Tað hevur ikki gingið væl hjá enska stórfelagnum Arsenal hetta kappingarárið. Úrslitini hava talað fyri seg, og nú hava ringu úrslitini fingið avleiðingar. Arsenal hevur í dag valt at givið spanska venjaranum, Unai Emery, sekkin. 

- Vit takka Unai og samstarvsfeløgum hansara, sum áhaldandi arbeiddu fyri at fáa felagið upp aftur á tað støðið, vit øll vænta og krevja. Vit ynskja Unai og hansara toymi alt tað besta í framtíðini, skrivar Arsenal á heimasíðu síni.

Í gjár tapti Arsenal á heimavølli móti týska Eintracht Frankfurt í Europa League, og tað var hetta, ið fekk bikarið til at flóta yvir. Arsenal liggur í løtuni á einum 8. plássi í Premier League við 18 stigum.

Tað er longu greitt, at tað verður svenska Arsenal-legendan Frederik Ljungberg, sum fyribils skal taka yvir komandi tíðina. Ljungberg hevur spælt í nógv ár við Arsenal, og hann hevur virkað sum venjari hjá fyrstaliðnum undir Unai Emery. Men hetta verður bara, inntil Arsenal hevur funnið nýggjan høvuðsvenjara.