Venjarin hjá 07 Vestur givin

Botnliðið í Betrideildini má finna sær nýggjan venjara til síðstu dystirnar.

Pauli Poulsen er ikki longur venjari hjá 07 Vestur. Tað váttar hann í dag fyri tíðindamiðlinum bolt.fo.


- Eg haldi, at liðið kanska hevur brúk fyri einari nýggjari rødd til endaspurtin. Skuldi tað vera, so skuldi tað vera nú, tí tað eru ikki so nógvir dystir eftir, sigur Pauli Poulsen við heimasíðuna.


Pauli Poulsen kom til felagið undan hesum kappingarárinum, men tað hevur ikki gingið eftir vild hjá felagsliðnum í Vágum, sum er á aftasta plássi í Betrideildini.


07 Vestur hevur 10 stig, sum er tvey stig færri enn AB. Tó hevur 07 Vestur ein dyst tilgóðar, nevniliga ímóti B36.