Vit eru føroyameistarar og VÍF, VÍF og VÍF.
Soleiðis gellir tað støðugt í Hoyvíkshøllini, sum er púra gul og blá í kvøld.
VÍF venjarin John Larsen stórfegnast, og hann heldur, at FM heitið er so sera væl uppiborið:
-Spælararnir hava lagt nógv fyri í venjingunum. Teir eru væl fyri, og teir kenna okkara spælkonsept út og inn. Um tað miseydnast í eina løtu, og vit eru aftanfyri við tveimum málum, so vera spælararnir ikki skelkaðir. Teir halda fram og vita, at tað fer at eydnast. Soleiðis hevur tað verið í alt ár uttan í steypakappingini. Vit vunnu grundspælið, og vit vunnu hálvfinaluna. At spæla fýra finalur í so stutta tíð hevur verið strevið, men nú vit hava tryggjað okkum FM heitið, er tað gloymt. Spælararnir hava verið fantastiskir, og áskoðararnir og øll bygdin hevur fylgt og andað við okkum. Tað er heilt fantastiskt, sigur VÍF venjarin.
Ein av royndu spælarunum, Filip Jovic, er samdur við venjaranum. Hetta er triðja FM heitið, sum hann hevur verið við til at vinna, og hann sigur:
-Liðið er sett saman av fleiri royndum spælarum, sum hava verið við til at vinna FM fleiri ferðir, og so fleiri ungum spælarum, sum av álvara í finalunum hava víst, hvussu evnaríkir teir eru, og hvussu langt teir kunnu vera við til at bera liðið. Her hugsi eg eitt nú um Hall og Heina og so málverjan, sum hevur verið heilt avgerandi, sigur Filip Jovic.