Næstbesta liðið hjá Víkingi vann í kvøld á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá B36. Vanliga plagar næstbesta liðið hjá Víkingi at eiga heimavøll í Leirvík, men í kvøld var heimavøllurin í Sarpugerði, har ljósviðurskiftini eru betri, enn tey eru uppi á Brekku í Leirvík.
Úrslitið var 1-0 eftir málleysan fyrra hálvleik. Einasta málið varð skorað tólv minuttir eftir steðgin.
Merkisvert er tað, at venjarin hjá B36 er skrásettur fyri at gera sjálvmál. Allan G. Tungá er høvuðsvenjari hjá næstbesta B36 liðnum. Í kvøld var hann millum teir fyrstu ellivu í 63 minuttir, og seks minuttir undan at hann læt seg skifta út, var hann so óheppin at stýra bóltin framvið Símun Rógva Hansen, sum vardi B36 málið íkvøld..
Sigurin ber við sær, at Víkingur nú er topplið við 40 stigum fyri 19 dystir. Tað eru tvey stig aftur til NSÍ, sum í annaðkvøld klokkan 18.30 eigur heimavøll ímóti HB.
B36 er á sætta plássi við 19 stigum, ið er sama stigatal, sum B71 hevur. B71 fer í morgin kl. 15.00 at spæla á útivølli ímóti KÍ. 07 Vestur fær í morgin klokkan 16.00 vitjan av EB/Streymi.
Í kvøld endaði tað málleyst, tá ið B68 hevði vitjan av teimum næstbestu hjá Skála.