HB KIKSARI
HB heimasíðan er ikki blíð við Heine Fernandez, venjaran hjá HB:
Tað sum alt meira líktist trimum tryggum stigum og einum framhaldandi 1. plássi í Formuladeildini, bleiv í 70. minutti púra høvuðleyst tveitt burtur, tá klappurin fór niður hjá leikandi venjara okkara, og hann fekk sær eitt bíligt og kúbýtt reytt kort. Bert tveir minuttir seinni høvdu grannarnir javnað, og vit høvdu ryggin móti múrinum restina av tíðini. Hattin av fyri restini av manning okkara, sum hóast stóran mótgang stríddi seg til eina stigið.
Hetta er skoðsmálið, sum ein tann besta og ivaleyst tann besta heimasíðan, hb.fo, gevur sínum egnu og serliga venjaranum eftir, at hann varð rikin av vølli, og eftir at HB fyritreytirnar harvið gjørdust hópin torførari at vinna.
B36 megnaði at javna í tøttu og til tíðir væl spældu grannauppgerðini, men B36 megnaði ikki at vinna, hóast teir síðstu løtuna vóru ellivu móti níggju. Harvið hava bæði HB og B36 36 stig. Tað hevur Skála eisini. Um HB hevði havt hildið tørn um tepru leiðsluna, so høvdu teir verið á odda eftir átjan tey fyrstu umførini við tveimum stigum aftur til Skála og við fimm stigum aftur til B36.
Hvat sigur tú um skoðsmálið hjá almennu heimasíðuni um leiklutin hjá venjaranum, spyrja vit formannin í HB, Birgir Enghamar.
HB formaðurin ynskir ikki at siga so nógv. Hann vil hava frið at valda kring liðið, sum hann framvegis heldur vera nóg væl fyri at vinna fjórða FM heitið á rað, men hann sigur seg taka undir við heimasíðuni:
- Hatta var ikki serliga heppið, og tað var eyðsýnt fyri áskoðararnar í Gundadali, hvørjar avleiðingar hetta hevði fyri dystargongdina og úrslitið. Men eg ætli ikki, at hatta skal fáa nakað eftirspæl. Hvat vit innanhýsis tosa um, fer at vera millum okkara. Heine veit sjálvandi betri enn nakar annar, at hatta ikki var serliga heppið.
Hvat varð sagt, tá ið spælararnir komu undir tak?
- Einki serligt. Eg haldi, at allir vóru fegnir um, at tað kortini eydnaðist at fáa eitt stig, tá ið tað nú at enda tørnaði út, sum tað gjørdi. Í slíkum støðum, tá ið spælararnir eru troyttir og heitir, loysir seg ikki at siga so nógv. HB fer at venja klokkan seks mánakvøldið. Tá rokni eg bara við, at teir fara at eftirmeta og so fokusera upp á næstu stóru uppgávuna, sum verður í Runavík leygardagin. Í HB hava við tann politikkin, at leiðslan blandar seg ikki upp í arbeiðið hjá venjaranum. Tað boðar frá misáliti, um tú blandar teg uppí. Vit hava alla orsøk at hava álit á Heine Fernandez. Hann stýrdi okkum í fjør til FM og steypasigur, og hann hevur ábyrgdina, nú vit framvegis eru við í FM stríðnum, sigur Birgir Enghamar.
Hvat heldur tú um landskappingina?
-Hon er fantastiska spennandi. Eg var spentur, hvussu tað fór at taka seg upp, nú kappingin varð so nógv longd. Eg hevði roknað við, at okkurt lið fór at stinga av frá hinum, og at tað harvið ikki fór at verða so áhugavert í toppinum. Men soleiðis hevur tað avgjørt ikki verið. Tað er so spennandi, sum tað ikki hevur verið í mong ár, og tað er fínt, at tað eru fleiri, sum kappast í toppinum, sigur HB formaðurin, sum gevur manninum aftanfyri heimasíðuna, Marna Mortensen, eitt herðaklapp fyri tekst, myndir og ikki minst hagtølini.
- Jú, vit eru sera fegnir um heimasíðuna, og eg skilji væl, at hann sunnudagin skrivaði soleiðis, sum hann gjørdi. Men nú hyggja vit frameftir, er boðskapurin hjá HB formanninum, Birgiri Enghamar.