Tað sá gott út viðvíkjandi uppflyting í Superliguna hjá føroyingafelagnum, Vendsyssel FF, tá ið farið varð undir seinnu helvt av kappingarárinum fyrst í mars, men eftir teir fyrstu seks dystirnar í 2016 hevur liðið einans fingið tvey stig, og nú er brádliga langt til uppflytingina.
Í løtuni eru fimm stig upp til triðja plássið og uppflytingina. Vendsyssel FF hevur ein dyst tilgóðar í mun til tey flestu av oddaliðunum, men vánaliga gongdin eftir vetrarsteðgin hevur lagt trýst á venjaran, Ova Christensen. Hann verður tó ikki koyrdur, staðfestir formaðrin í felagnum.
- Vit hava tosað um støðuna við Ova Christensen í morgun. Vit hava tosað um, hvussu vit fáa vent gongdini. Kjakið snúði seg um hvussu vit fáa broytt tingini á vøllinum, og ikki í leiðsluni. Tað eru ongar ætlanir um at koyra Ova Christensen frá. Hann situr trygt í stólinum, sigur Jacob Krüger við Ekstrablaðið.
Vendsyssel FF tapti í gjár 2-1 á heimavølli ímóti FC Fredericia. Innskifti René S. Joensen skeyt málið. Næsti dystur hjá føroyingafelagnum verður sunnudagin á útivølli ímóti Skive, sum í løtuni er á 10. plássið.