Sunnudagin spældi næstfremsta liðið í Sveis, Sion, steypadyst ímóti einum liði úr triðbestu deildini. Í hálvleikinum var Sion aftanfyri 1-0, og tað gjørdi argentinska venjaran hjá liðnum so illan, at hann segði upp á staðnum! Nelson Clausen segði i hálvleikinum við spælararnar hjá sær, at hann gavst sum venjari, og so rýmdi hann. Spælararnir vóru kløkkir, men fóru á vøllin aftur og vendu dystinum til ein 3-1 sigur.
LesarabrøvLesarabrøv










