Venjari er settur við Margáir

EB/Streymur og Jákup Martin Joensen fara nú at samstarva fjórða árið á rað

Eyðstein Zachariasen, næstformaður í EB/Streymi og Jákup Martin Joensen, sum nú verður venjari á fjórða ári. Mynd: EB/Streymur

Tað hevur ligið í kortunum, og í kvøld boðar EB/Streymur frá tíðindunum.

 

Jákup Martin Joensen verður eisini í 2022 venjari í barndómsfelagnum, sum í 2022 fer at eiga heimavøll við Margáir. Heimavøllurin er annaðhvørt ár í Hólmanum á Eiði og annaðhvørt við Margáir í Streymnesi, og í 2022 verður tað við Margáir.

 

EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld:

 

EB/Streymur og Jákup Martin Joensen hava undirskrivað nýggjan sáttmála, galdandi fyri kappingarárið 2022, og verður tað hansara fjórða ár sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi.

 

Hesi seinastu trý árini hava verið svingandi. Í stuttum var málið, tá vit settu Jákup Martin, at halda okkum uppi og stabilisera okkum, bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Hetta hava vit megnað í samstarvinum, og tí ynsktu vit at leingja.

 

Taka vit árið í ár, so hevur árið verið svingandi. Vit vóru einasta liðið, ið vann ímóti top 5, tá vit vunnu ímóti NSÍ. Tó, so taptu vit ársins síðsta dyst móti B68, sum gjørdi, at vit endaðu á einum 7. plássi. Liðið hjá okkum er í stóran mun mannað við lokalum leikarum, og við hesum er grundarlagið lagt, sum vit sum felag skulu byggja víðari á. Ætlanin er at styrkja og lyfta okkum longur upp komandi ár.

 

Í løtuni verður arbeitt við at manna venjaratoymið, sum Jákup Martin skal hava afturat sær. Hetta frætta tit meira um komandi dagarnar, skrivar EB/Streymur.

 

 

 

Eyðstein Zachariasen, næstformaður í EB/Streymi og Jákup Martin Joensen, sum nú verður venjari á fjórða ári. Mynd: EB/Streymur