Venjari bað dómaran skora

Tey eru mong, sum í hesum døgum smílast eftir venjaranum Ralf Rangnick, sum áður hevur vant týsku feløgini Schalke 04 og Stuttgart. Nú er Rangnick venjari hjá felagnum TSG Hoffenheim, og undir einum dysti herfyri rópti hann á dómaran og bað hann taka seg saman og skora.
Rangnick er litblindur, og hann gjørdist ikki sørt nipin, tá ið hann fekk at vita, at hann hevði blandað dómaran við ein av sínum spælarum.
Rangnick er litblindur, og hann hevur serliga ilt við at skilja ímillum grønt og reytt.
- Vanliga spæla vit í bláum, men vit spældu hesaferð í okkara reyðu útivallartroyggjum, og tá ið dómarin var í grønum, sá eg ikki munin millum hann og mínar spælarar, sigur Rangnick við týskar fjølmiðlar.