FSF fer nú undir nýggja venjaraútbúgving, har royndir fótbóltsspælarar kunnu nema sær skjóta atgongd til B-venjaraútbúgvingina.
Í sjey dagar í november mánaði, frá 15. til 17. og aftur frá 21. til 24. november, verður møguleiki hjá spælarum, ið hava drúgvar royndir á hægsta støði í føroyskum og/ella útlendskum fótbólti, at taka R-venjaraseiðið. R-venjaraskeiðið er ein samanrenning av B1, B2 og B3-venjaraskeiðunum, ið Fótbóltssamband Føroya á hvørjum ári skipar fyri, men hesaferð verður møguleiki at taka øll trý skeiðini í einum stuttum tíðarbili.
Á heimasíðu sínari skrivar FSF, at fyrri parturin av R-venjaraskeiðnum verður frá fríggjadegnum 15. november til sunnudagin 17. november, meðan seinni parturin av skeiðnum verður frá hósdegnum 21. november til sunnudagin 24. november. Tilsamans er R-venjaraskeiðið sett til at verða umleið 75 tímar.
Tey, sum taka R-venjaraskeiðið, skulu eins og onnur taka B4-venjaraskeiðið/Slóðaran (umleið 40 tímar), fyri at gera seg lidnan við B-venjaraútbúgvingina.