HB hevur á heimasíðu síni boðað frá, at teir nú eisini hava sett venjarar til næst besta liðið. Frankie Jensen, sum flutti til Føroya í fjør, og Áki Johansen, sum í fleiri ár hevur virkað sum ungdómsvenjari í felagnum, hava nevnliga skrivað undir tvey-ára sáttmála við felagið. Umframt at venja 1. deildarlið felagsins eru teir báðir eisini partur av toyminum kring Formula-hópin. Har er Rúni Nolsøe høvuðsvenjari, meðan Frankie Jensen verður hjálparvenjari. Fyri at fáa arbeiðið kring tey bæði liðini at ganga upp í eina eind er tó avrátt, at allir tríggir venjararnir eru partur av einum og sama toymi.










