Fríggjadagin (19/5) og sunnudagin (21/5) verður venjaraskeið í Havn. Skeiðið er ætlað venjarum við royndum, serliga venjarum í 1. deildunum, landsliðsvenjarum og hjálparfólkum, men allir venjarar eru sjálvandi vælkomnir.
Skeiðleiðari verður danin Niels Christian Petersen, ið fyrr hevur hildið skeið fyri HSF.
Vitjan av Anju
Sumstundis sum skeiðið er, vitjar Anja Andersen í Havn og vit fáa høvi at fylgja hennara frálæru, sum verður í Gundadalshøllini í millum 15:00 og 18:00.
Evnini á skeiðnum verða fylgjandi:
3:2:1 verja induvidiel verjuvenjing og kollektiv 3:2:1 verja
Innspæl/samanspæl til strikuspælara + álopsstartir við innspæli til striku
Fysisk venjing við vektum
Rennitestir
Feløgini skula boða HSF frá, hvussu nógvir luttakarar felagið ætlar at tilmelda og nøvnini á viðkomandi persónum.
Stutt um Niels Christian
Niels Christian er 50 ára gamal,og er frá Brabrand. Hann hevur vant 1. lið hjá Brabrand í nógv ár, men er í løtuni knýttur at danska kvinnu A-landsliðinum, har han m.a. arbeiður við videoanalysu fyri Jan Pytlick landsliðsvenjara.
Niels Christian er eisini venjara instruktørur í DHF?regi og undirvísur á elituvenjaraskeiðum ið DHF skipar fyri.
Skráin við fyrivarni fyri broytingum:
19/5 í Gundadalshøllini
11:00 - 13:30 álopsvenjing
14:00 døgverði
15:00 - 18:00 støðgur (Anja Andersen)
18:15 - 20:15 fysisk venjing (styrkivenjing).
21/5
11:00 - 13:00 fysisk venjing (tests + renning)
13:30 døgverði
15.00 - 17.30 venjing í høll - verjuvenjing
Møguliga verða onkrar broytingar. Vit geva nærri boð um tað
Liðið Niels Christian kemur at venja verður 1. manslið hjá Kyndli..
Vinarliga, við vón um góða undirtøku









