Klokkan 19 í kvøld verður tann seinasti dysturin í 10. umfari í effodeildini avgreiddur.
Talan er um dystin millum B68 og ÍF, sum verður spældur á Svangaskarði á Toftum. Dysturin byrjar klokkan 19, og Tróndur Arge fer at siga frá dystinum á Rás2. Til ber eisini at fylgja gongdini í dystinum á in.fo.
Tað ber til at hoyra frásøgnina av dystinum á hesari leinkjuni : http://www.pressan.fo/index.php?id=101
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tvey stutt upptaktsprát við venjararnar, Jógvan Martin Olsen hjá B68, og Albert Ellefsen hjá ÍF, sum báðir vænta ein torføran dyst.