Venjararnir krevja sín rætt

Ansa venjararnir sær ikki sjálvum, er tað eingin annar, sum ger tað. Vandin kann vera, at føroyskir venjarar ikki longur vilja vera partur av spælinum hjá feløgunum, heldur Kurt Mørkøre. Hann hevur tikið stig til, at føroyskir venjarar kunnu fáa tryggari arbeiðsumtøður

Fótbóltur

 

- Í nógvar mátar føli eg tað, sum eru bæði feløg og venjarar um at missa tamarhaldið á sær sjálvum. Eg var venjari í Føroyum í 2002, og tá fingu seks venjarar sekkin í bestu deildini. Og higar til í ár hava fýra venjarar longu fingið sparkið. Tá er í øllum førum nakað, sum bendir á, at sambandið við veruleikan er ikki altíð líka gott.

Soleiðis sigur Kurt Møkøre, sum í ár er venjari hjá B36. Hann sigur seg snøgt sagt vera skelkaðan av gongdini í føroyskum fótbólti, har feløg ferð eftir ferð velja at turka minni heppin úrslit av upp á venjaran, uttan at nøkur sum helst fyrilit verða tikin.

- Tú hevur jú ikki eitt óavmarkað tal av venjarum til bestu deildina. Ikki minst, nú tað verður kravt, at vit skulu hava A-venjaraprógv. Vandin er, at tað ikki longur verður gjørligt at finna føroyskar venjarar til bestu deildina, og so er ikki nógv vunnið. Tí haldi eg, at vit venjarar eiga at standa nógv betri saman, enn vit gera.

 

Standard-treytir

Tað eru sjálvandi ymsir lutir, sum kunnu betrast, tá tosað verður um treytir hjá venjarum. Men sambært Kurt er ein av hesum í øllum førum, at fáa nakrar greiðar setanar- og ikki minst uppsagnartreytir.

- Eg eri sjálvur limur í norska venjarafelagnum, og har er ein standar-sáttmáli, sum feløg og venjarar skulu fylgja. Í løtuni arbeiða vit við at gera ein føroyskan standard-sáttmála. Uppgávan hjá venjarafelagnum verður so at fáa hendan nýttan, tá nýggir venjarar verða settir.

Hóast tað er trupult at fáa nakran venjara at úttala seg ítøkiliga, so er nógv, sum bendir á, at hóast uppsagnartreytir eru í einum sáttmála, so verða hesar ikki hildnar, tá venjari verður koyrdur. Er hetta eisini nakað, sum venjarafelagið kann virka fyri.

- Tað er sjálvandi eitt av málunum. Taka vit Noreg sum dømi, so stilla venjarafelagið alt fyri eitt upp við sakførara, um trætumál av hesum slag stinga seg upp. Og tað haldi eg avgjørt eisini vildi verið ynskilligt her hjá okkum.

- Um ikki annað, so kundi hetta fingið feløgini at hugsað seg betri um, áðrenn tey taka eitt so álvarsamt stig. Fyri mær at síggja er støðan í løtuni tann, at venjarar verða sekkjaðir púrasta uttan fyrilit. Feløgini vita nóg illa, hví tey gera tað, og enn minni vita tey, hvat skal henda aftaná. Vónin er bara, at sonevnda venjaraeffektin skal geva eina seks stig næstu dystirnar, og leggjav tey vertin á, at venjarar eisini eru persónar við familju og føstum utreiðslum til hús og heim.

 

Akutt neyðugt

Enn er nýggja átakið hjá venjarunum bert í føðingini, men stendur tað til Kurt Mørkøre, so verður borið skjótt at við hesum.

- Venjarafelagið hevur áður mest verið ein áhugabólkur – og ikki eitt fakfelag. Men eg haldi, at tað er neyðugt, at vit fáa regulerað nøkur viðurskifti heilt skjótt. Og er tað neyðugt, so gangi eg gjarna á odda í hesum. Vandin er jú, at vit missa føroysku venjararnar í bestu deildini, og tað kann ongan tíð vera gott. Skal ein venjari í dag gera sær vónir um at venja lið í bestu deildini, so skal hann investera bæði tíð og pening í sína útbúgving. Og tá er ikki annað enn rímiligt, at ein ávístrygd er í starvinum.