Venjarar tikið UEFA-B skeiðið

Seks føroyskir fótbóltsvenjarar kunnu nú breggja sær av at vera UEFA-B venjarar eftir at hava fingið prógv handað frá FSF

Hetta venjaraskeiðið er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum, og tað er samstundis góðkent av UEFA. Skeiðið er ein samanseting av trimum skeiðum, sum eru ungdómsvenjaraskeiðið, seniorvenjaraskeiðið og tann sonevndi Slóðarin, sum eisini er seinasti partur av UEFA-B venjaraskeiðnum.
Skeiðið tekur tríati tímar tilsamans, har venjararnir m.a. skulu læra at leggja eina langtíðar eins og eina styttri venjingarætlan. Eisini skulu teir læra at menna tann einstaka spælaran á liðnum og at enda er tað tann persónliga menningin av venjaranum sjálvum og tann pedagogiska síðan av venjingini, sum skal styrkjast.
Skeiðleiðararnir, Petur Simonsen og Hans Mourits Foldbo, hava verið úti og vitjað venjararnar undir venjingum, og allir venjararnir hava eisini verið savnaðir á teoretiskum skeiðum.
FSF hevur í longri tíð arbeitt við at fáa allar síni venjaraskeið góðkend av UEFA, og frá næsta ár verður farið undir ein nýggjan leist, sum er skræddaraseymaður av UEFA. FSF hevur skipað fyri hesum skeiðnum í tøttum samstarvi við Dansk Boldspil Union.
Teir seks nýggju UEFA-B venjararnir, sum júst hava fingið prógv eru Bill McLeod Jacobsen og Finn Johannesen úr KÍ, Pætur Smith Clementsen úr HB, Bogi Lervig úr LÍF, Abraham Løkin úr NSÍ og Páll F. Joensen úr FS Vágum.