Venjarar á ráðstevnu

Fótbóltssambandið skipar 19. og 20. mars fyri eini ráðstevnu um barna- og ungdómsvenjing, har venjarar kunnu hittast og fáa eina rúgvu av tilfari, hugskotum og íblástri annars at taka við sær heim aftur til feløgini. Millum evnini er raðfesting av venjingini av ungum spælarum, ítøkiligar venjingar og hvussu útveljing av ungum fótbóltsspælarunum skal gerast og ikki.