Í Danmark eru fleiri venjarar í superliguni misnøgdir við, at dómararnir eru so strangir við venjararnar. Morten Wieghorst, sum varð vístur av vøllinum herfyri, heldur, at venjararnir mugu fáa loyvi at vísa kenslur í dystum. Venjarin hjá FCK, Ståle Solbakken, heldur, at dómararnir halda ov vakið eygað við venjarunum heldur enn at døma dystirnar.








