Venjarafinta eydnaðist

Tað mundi koma óvart á Guernsey, at føroyingar brádliga áttu ein góðan firvaldssvimjara, tá blandaða stafettin skuldi svimjast

Jón Bjarnason, landsliðsvenjari, hevði í øllum førum hug at smílast, tá menninir høvdu svomið gullið heim í blandaðu stafettini á 50 metrum.

At framgongdin innan føroyska svimjing hevur verið sera stór seinastu tvey árini, var júst stafettin kanska eitt gott dømi um. Fyrst og fremst, tí venjarin kundi loyva sær at rotera við fólkunum.

- Eingin av teimum, sum svam í sjálvari finaluni, svam til innleiðandi umfarið í morgun, og tað er sjálvandi ein fyrimunur, tá tú soleiðis kanst hvíla svimjarar. Men tað er eisini ein luksus-trupulleiki at hava, tá stafettirnar verða mannaðar.

Hinvegin gav hetta eisini Jón møguleika at lumpa mótstøðuna eitt sindur.

- Vit hava ongan firvalds-svimjara teknaðan til kappingina yvirhøvur, so ivaleyst hava teir frá Jersey hildið, at vit ikki høvdu nakran, sum veruliga kundi svimja tann teinin. Í øllum førum fluttu teir sín sterkasta firvalds-svimjara yvir til rygg. Har er hann eisini krútsterkur, men teir hava ein annan, sum er næstan eins góður. Teir hava so neyvan vita, at Pál var somikið stinnur í firvaldi, og har gjørdu teir eitt mistak. Tað var býtt av teimum, men vit siga bara takk-Jersey!