Venjarafelagið vil gera vart við seg

Venjarafelagið vil gjarna verða sjónligt við heiðurslønum, kappingum o.ø.

Tað var ein glaður næstformaður í venjarafelagnum in.fo fekk orðið á, tá venjarafelagið var liðugt at handa sínar heiðurslønir.

 

Áki Johansen, næstformaður staðfestir, at føroysku venjararnir vilja gjarna heiðra sínar bestu starvsfelagar, og vilja eisini varpa ljós á talentarbeiðið, sum verður gjørt, og tí vil felagið handa tvær virðislønir til yngri talent. 

 

Venjarafelagið vil gjarna varpa ljós á sítt virksemi, og tí var eisini skipað fyri einari serligari venjingarkapping tíðliga í ár. Í vetur fer felagið eisini á eina námsferð til Onglands.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Áka Johansen, næstformann í venjarafelagnum.

 

(Mynd: football.fo)