Í kvøld klokkan 17:30 varð Vágatunnilin stongdur, tí skipað verður fyri venjing av tilbúgvingini í tunlinum.
Eingin ferðsla sleppur ígjøgnum tunnilin, meðan venjingin er í gongd. Roknað verður við, at venjingin verður liðug í seinasta lagi kl. 19:30.
Venjingin er ein liður í viðlíkahaldinum av trygdini og tilbúgvingini í Vágatunlinum.










