Venja til Oyggjaleikir

Sum liður í at menna súkkling í Føroyum hevur verið skipað fyri venjingini fyri børn og ung í nøkur ár. Undirtøkan hevur verið góð ímillum ungu súkklararnar, og tað hevur víst seg at teir ungu súkklararnir mennast skjótt. Langtíðar málið er sjálvsagt at eisini at halda súkklarum til, og skapa áhuga tíðliga fyri súkkluítróttinum, so at tá Oyggjaleikirnir eru í Føroyum um nøkur ár at vit hava ein breiðan hóp av yngri súkklarum.

 

Til venjing verður vanliga súkkla í hálvan annan tíma, og tískil er týdningarmikið at súkklararnir læra at drekka og lata seg í eftir veðrinum. Hetta síðsta vísir seg at vera ein avbjóðing í Føroyum, av tí at veðrið til tíðir er sera skiftandi.

 

Vant verður á fjallasúkklu, og kemst hetta av at mett verður at so hava fleiri møguleika at luttaka, og gevur tað møguleika til at ein stórur partur av venjingini kann fyriganga á mongu grúsgøtunum í høvuðsstaðnum. Hetta er eisini við til at økja um trygdina, síðani súkkla verður mest møguligt har bilar ikki koyra. Súkkling fyri børn og ung byrjar mikudagin 17. apríl og heldur áfram hvønn mikudag yvir summari og út á heysti. Venjarar í ár eru Kári Simonsen og Simgund Olsson, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar Súkklufelag.