Venja Rósu Mariu

Í Norðurlandahúsinum eru venjingarnar til Rósu Mariu í hæddini.

Tað er lív í Norðurlandahúsinum, har fleiri av fremstu tónlistafólkunum í landinum eru savnað í hesum døgu um eina verkætlan, ið endar við framførslu.

 

Talan er um tónleik, sum tónleikarin og tummuleikarin Jónleif Jensen hevur skrivað og íblásturin hevur hann eftir søguni Rósa Maria hjá Jens Paula Heinesen.

 

Myndin vísir tónleikararnar Finnur Hansen, Jóhannus á Rógvu Joensen og Kim Hansen, og so íslendska trummuleikaran Gulli Brim, ið er kendur sum trummuúrmælingur úr bólkinum Mezzoforte.

 

Norðurlandahúsið lýsir tiltakið soleiðis:

 

Dramakonsertin “Rósa Maria” byggir á søgu hjá føroyska rithøvundanum Jens Paula Heinesen, sála, við sama heiti. Fleiri ymiskar lagnur í Havn verða flættaðar saman í eitt nútímans drama um svik, sorg, kærleika, kæti, tráan og trongd. Unga gentan Rósa Maria stendur í miðjuni. Vit fylgja stríði hennara at mennast til eina búna kvinnu í eini torførari tíð. Bergur Rasmussen hevur skrivað tekstirnar, og Jónleif Jensen hevur smíðað og lagt øll løgini til rættis í dramakonsertini.
 

 

Mynd: nlh