Klokkan 13 í dag savnaðist føroyska landsliðið, sum nú er farið undir fyrireikingarnar til tríggjar HM undankappingardystir á heimavølli. Tann fyrsti verður mikukvøldið ímóti Ísrael, so verður Danmark á skránni leygarkvøldið, og síðsti dysturin verður týskvøldið um eina stóra viku. Tá verður Moldova mótstøðuliðið.
Tíðin undan dystinum mikukvøldið verður nýtt til fyrireikingar. Talan er um fundarvirksemi og gjøgnumgongd av upptøkum og støðum, tá ið Ísrael seinastu ferðirnar hevur spælt.
Tvær ferðir fara føroysku spælararnir á Tórsvøll at venja. Fyrra ferðin verður í kvøld klokkan 17.30, og seinna ferðin verður í morgin, tá ið tað verður vant klokkan 12.
Ísraelska liðið hevur rætt at venja á dystarvøllinum eitt samdøgur undan dystarbyrjan. Dysturin er ásettur at vera mikukvøldið klokkan 19.45.











