Venesuela: Portugal fær skyldina fyri manglandi jóladøgurða

Manglandi svínakjøt hóttir nú við at skapa eina diplomatiska kreppu millum Venesuela og Portugal. Í Venesuela er svínakjøt vanligur døgurði á jólum, og hevði Nicolás Maduro, forseti landsins, lovað at geva fleiri túsundtals av teimum fátækastu borgarunum svínakjøt til jóladøgurða í ár.


Tað lyftið megnaði hann tó ikki at halda, og hevur tað ført til, at fleiri túsundtals ónøgdir borgarar eru farnir út á gøturnar á mótmæla brotnu politisku lyftini og fátækadøminum. Tað skrivar CNN.


Í gjár mátti forsetin boða borgarunum frá, at tey ikki fingu nakað svínakjøt í ár, men var hann skjótur at peika fingurin eftir einum syndabukki.


- Hvat hendi við svínakjøtinum? Tey framdu eina skemdargerð. Eg kann nevna eitt land: Portugal, segði forsetin, tá hann greiddi frá, at fólk ikki fingu nakra skinku.


- Alt var klárt, tí vit høvdu keypt alt svínakjøt, ið finst í Venesuela. Vit keyptu alt. So vit máttu keypa úr útlondum. Eg gav boð um hetta og undirskrivaði gjaldsavtaluna. Men tey fóru eftir bankakontunum, og tey fóru eftir tveimum stórum skipum, ið vóru á veg. Tey hava oyðilagt hetta fyri okkum, segði forsetin sambært CNN.


Augusto Santons, uttanríkisráðharri í Portugal, avvísir tó, at tey hava nakran leiklut í manglandi jólamatinum.


- Vit liva í einum marknaðarbúskapi. Útflutningur er virksemi hjá fyritøkum, segði uttanríkisráðharrin, ið legði dent á, at portugisiska stjórnin ikki hevur vald at blanda seg í slíkt.


Tað er tó ikki bara Portugal, ið verður lagt undir at oyðileggja jólamatin hjá borgarunum í Venesuela. Ráðharrin sum hevur ábyrgd fyri at býta mat út til tey fátøku, Freddy Bernal, gevur tveimum øðrum londum skyldina fyri støðuna.


- Eg vil gjarna upplýsa fyri borgarunum, at 2.200 tons av svínakjøti verður afturhildið í Kolumbia. Tað er ikki bara USA, ið oyðileggur fyri okkum við at frysta bankakontoirnar hjá teimum, ið selja mat til landið, men eisini stjórnin í Kolumbia, sum í sjey dagar hevur afturhildið svínakjøtið í marknabýnum Paraguachon, sigur Freddy Barnal sambært CNN.