Vendsyssel vil hava føroyskan landsliðsleikara

Triði føroyski landsliðsleikairn kann vera ávegis til Vendsyssel

Vendsyssel er av álvara í ferð við at blíva eitt nýtt føroyingalið í Danmark. Føroysku landsliðsleikararnir Hallur Hansson og René Shaki Joensen spæla í felagnum, og skjótt kann ein triði føroyingur vera ávegis til Vendsyssel.

 

Sambært keldum hjá Miðlahúsinum vil Vendsyssel hava høgra bakkin hjá Víkingi, Bárð Hansen.

Sum skilst samráðast Víkingur og Vendsyssel í løtuni um eina sølu av føroyska landsliðsleikaranum. Tað verður tó ikki talan um nakað skifti fyrrenn seinast í august, tí Víkingur ynskir at Bárður Hansen skal spæla steypafinaluna hjá Víkingi, áðrenn hann fer avstað. Hon verður tann 29 august.

 

23 ára gamli Bárður Hansen spældi ímóti Grikkalandi sín fyrsta a-landsdyst fyri Føroyar.