Vendsyssel-føroyingur fekk reytt kort

Seinasta umfar í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini er blivið spælt í dag.

Í dag er síðsta umfar blivið spælt í 1. division, sum er næstbesta, danska fótbóltsdeildin. Hallur Hansson og Viljormur Davidsen hava verið í leiki, meðan Brandur Hendriksson Olsen og René Shaki Joensen ikki vóru við vegna skaða.

 

Vendsyssel tók á heimavølli ímóti HB Køge. Hendan dysti tapti Vendsyssel 0-1, og tíverri átti føroyski Hallur Hansson avgjørt sín lut í hesum ósigri. Eftir 60 minuttir fekk Hallur Hansson sítt seinna gula kort fyri kjaftaslit, og heilt galið gekk tað eftir 81 minuttir, tá ið HB Køge skoraði einsamalla málið í dystinum.

 

Sum áður skrivað vóru hinir báðir vanligu føroyingarnir ikki við orsakað av skaða. Ungi Meinhard Olsen sat tó á bonkinum hjá Vendsyssel allan dystin. 

 

Dysturin hjá Viljormi Davidsen og Vejle bleiv spældur á heimavølli ímóti Lyngby. Talan gjørdist um sanna málveitslu, ið tíverri fyri Viljorm og liðfelagarnar endaði við tapi áljóðandi 3-4.

 

Bæði Vejle og Vendsyssel endaðu á 53 stigum eftir 32 dystir. Hetta rakk til eitt fjórða pláss til Vejle, ið hevur betri málúrtøku enn Vendsyssel, og eitt fimta pláss til teir fýra føroyingarnar hjá Vendsyssel. Sjey stig vóru upp til AC Horsens, ið endaði á triða plássi, sum viðførir uppflyting.