Vendist ikki aftur

Sjálvt um allur heimurin gavst at brúka olju og kol í morgin, hevði hitavøksturin á Jørðini hildið fram í minst hundrað ár afturat.

Tað er niðurstøðan í einari frágreiðing, sum stendur í tíðarritinum Science hesa vikuna. Granskararnir, sum hava skrivað frágreiðingina, hava kannað, hvørja ávirkan møgulig tiltøk kunnu fáa á hitaviðurskiftini á Jørðini. Ein teirra, amerikanarin Gerald Meehl, sigur við AP, at hitavøksturin fer at halda fram, og at vatnsstøðan í heimshøvunum fer eisini at hækka tey næstu hundrað árini, sjálvt um vit góvust at brúka olju og kol nú.

Gerald Meehl sigur, at tað tekur longri tíð at broyta hitan í sjónum enn hitan í luftini, og tá tað eru heimshøvini, sum stýra veðurlagnum, tekur tað langa tíð at broyta hitalagið á Jørðini.