Leygarkvøldið verður livandi tónleikur í Sjónleikarhúsinum í Havn, við eitt nú fløguaktuellu 200.
Komandi leygarkvøld endar herferðin hjá Unga Tjóðveldi og 200 við einum brakið í Sjónleikarhúsinum. Vendetta'in hevur gingið alt landið runt, og hava konsertir verið spældar í Sørvági, Klaksvík, Gøtu og Vági.
200, sum júst nú eru fløguaktuellir, eru høvuðsnavnið hetta kvøldið. Bólkurin spældi fyri stuttum á Lopppen á Christiania í Keypmannahavn, og eydnaðist hendan konsertin stak væl.
Endabresturin av Vendettaðini verður 16. juni í Sjónleikarhúsinum í Havn og dyrnar lata upp kl. 21.00.
Skráin verður hendan:
Dyrnar lata upp kl. 21.00
- Reverb spæla
- Kári Sverrisson
- Incurse
- Jürghinn
- 200
Fyrireikarar boða frá, at afturat tónleiki verða eisini røður og undirhald á skránni.
Tiltakið verður leygarkvøldið, og byrjar klokkan 21.00.