Danski Vinstra-flokkurin hevur fingið sína ringastu Gallupp-kanning síðani 1992, beint eftir at stjórnin hjá Schluter legði frá sær.
Hetta hevur fingið fleiri framstandandi Vinstra-politikkara at koma fram við atfinningum at sínum egna flokki, skrivar Berlingske Tidende.
Kanningin gevur Vinstra-flokkinum 21,3 prosent av atkvøðunum, sum er ein afturgongd uppá sløk 3 prosent, síðani november og 5 prosent undir seinasta valúrsliti.
Afturgongdin kemur í stóran mun av ósemjum innanflokka, har fleiri av politikkarunum eru komnir við egnum fráboðanum, millum annað um poengskipanina, giftskipið og landbúnaðarlógirnar - har altso semja ikki hevur verið innanflokka.