Venda ikki aftur

Tey seinastu árini eru nógvir pólendingar farnir til Noregs at leita sær arbeiði, og sambært fyrrverandi polska forsetanum Lech Walesa er tað neyvan meiri enn helmingurin, sum fara aftur til Pólands at búseta seg. Walesa ásannar, at tað er ein trupulleiki fyri polska samfelagið, at so nógv fólka leita sær av landinum, men hann dugir væl at skilja teirra avgerð, sigur hann. Fólk fara hagar, tey kunnu fáa arbeiði, og í dag er tað so, at tað er skjótt at ferðast ímillum lond, sigur gamli forsetin.