Vencil annar

Tíðindaskriv

Nú er næsta nummarið av Vencili komið út. Fyrsti Vencil sá dagsins ljós 23. september í fjør, og bara eitt hálvt ár seinni, er Vencil aftur á skránni. Og aftur hesa ferð er Vencil á tremur við góðum upprunaskaldskapi á føroyskum og væltýddum skaldskapi úr heimsbókmentunum



Tey, ið hava skrivað upprunatilfarið í hesum næsta Vencili, eru flest ung og evnarík skøld. Onkur debuterar í Vencili. Ein teirra er Kjartan Hansen, ið hevur tvær yrkingar og eina stutt-stuttsøgu við. Katrin Reinert er onnur, sum fyrstu ferð hevur tvær yrkingar við. Síðan eru fleiri onnur við, sum hava fingið onkra yrkingina prentaða, og uppaftur onnur, sum áður hava skrivað onnur tekstsløg, men sum royna seg fyri fyrstu ferð við yrkingum. Dánial Hoydal kenna flest øll sum ein, ið dugir sera væl at týða sangleikir. Eisini hevur hann skrivað librettoina til fyrstu føroysku operuna. Her roynir hann seg við yrkingum. Marjuna S. Kjelnæs kenna flest. Hon hevur skrivað útvarpsleikir, stuttsøgur og annað, og hon roynir seg eisini á fyrsta sinni við yrkingum. Malan Poulsen hevur eina yrking við. Hana hava vit ikki hoyrt frá í longri tíð. Oddfríður Marni Rasmussen hevur eina stuttsøgu. Vónbjørt Linjonsdóttir hevur eina yrking við. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur tvær stuttsøgur við. Og so eru sjálvandi nakrir garvaðir yrkjarar við. Heðin M. Klein, Alexandur Kristiansen og Hanus Kamban hava nakrar yrkingar við. Agnar Jógvansson hevur tríggjar stuttsøgur við.
Ongin Vencil uttan týðingar, og hesa ferð eru við týðingar, ið fluttar eru yvir í føroyskt úr sponskum, enskum, týskum, russiskum. Marianna Hoydal hevur týtt søguna “Ein sera gamal maður við ovurstórum veingjum” eftir kolumbiska rithøvundin Gabriel García Márques. Eisini hevur Marianna Hoydal týtt stuttsøguna “Skriftin hjá gudunum” eftir argentinska høvundin Jorge Luis Borges.
Hugin Eide hevur týtt fýra minimalistiskar stuttsøgur eftir schweisiska prosaistin Peter Bichsel. Símun av Skarði hevur týtt eina yrking eftir týska skaldið Peter Waterhouse. Johnny Thomsen hevur týtt stuttsøguna “Skýggið, vatnið, tornið” eftir russisk-amerikanska skaldið Vladimir Nabokov. Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt yrkingar eftir týskaran Kurt Schwitters og amerikanararnar Denise Duhamel og Russell Edson. Í fyrsta Vencili var yrkingin “Ýl” eftir amerikanska beat-skaldið Allen Ginsberg. Næsta nummar hevur so yrkingina, ið kallast “Undirgrein til Ýl”. Tað er ein av fremstu týðarum føroyinga, Gunnar Hoydal, sum týtt hevur.
Perman er aftur hesa ferð prentað á Grafiska verkstaðnum við Jan Andersson. Permuna hevur Fríða Matras Brekku gjørt og er hon hugkveikt av stuttsøguni “Skriftin hjá gudunum” eftir Jorge Luis Borges.
Vencil annar er á tremur við framúrskarandi skaldskapi. Tráðurin gjøgnum henda Vencilin er litaður við absurdum og ofta surrealistiskum tekstum, men eisini eru tekstir, sum eru í samljóði við ta modernistisku siðvenjuna.
Vencil er at fáa í bókhandlum kring landið fyri 160 krónur. Eisini ber til at tekna seg sum haldara á heimasíðuni hjá Vencili HYPERLINK "http://www.vencil.fo" www.vencil.fo fyri bara 100 krónur pluss postgjald fyri hvørt nummarið, tá fær haldarin hetta týðandi ritið sendandi til dyrnar.