Januar er besti mánaði hjá øllum fyritøkum, ið hava við vekt og venjing at gera. Tað er nú, vit vilja broyta livihátt.
Tilboðini eru nógv frá venjingarmiðstøðum, kvøldskúlum og ítróttarfeløgum, men hóast hetta venja nógv alt ov sjáldan.
Aftrat tí, at tey flestu eta ov nógvan og feitan mat, ger tað, at fiti og aðrar lívstílssjúkur eru ein støðugt vaksandi trupulleiki í vesturheiminum.
- Um ein vil tapa feitt, gongur tað skjótari, um ein broytur matvanarnar enn bara byrjar at venja, sigur Magni Mohr.
Kanska eitt sindur løgið at hoyra frá ítróttarprofetinum sjálvum, men Magni
váttar, at kostbroytingar eru effektivari enn bara venjing, tá ein skal tapa seg. Hinvegin er yvirvekt bert ein tættur av einum breiðum heilsuhugtaki.
- Tað krevst eitt stórt arbeiði av tí einstaka um ein bara vil tapa seg við at
venja. Best er um kostbroytingar og venjing ganga hond í hond. Stutt sagt ræður tað bara um at orkunýtslan er størri enn orkuinntøkan, so einfalt er tað. Feitt er til dømis sera orkuríkt, og lítil niðurskurður í feittinntøkuni saman við rættari venjing er optimalt, greiður Magni Mohr frá.
Venjing er tó besti máti at fáa betri heilsu, men her ræður um at venja rætt, um mest skal fáast burturúr.
Bólkaítróttur
Magni heldur sjálvur at bólkaítróttur er tann besti, um ein skal halda áfram leingi.
- Kanningar eru gjørdar við fólki, sum byrjaðu at renna, og fólki, sum byrjaðu at spæla okkurt bóltaspæl. Úrslitið var, at tey, ið gjørdu nakað saman, hildu á fram nógv longri enn hini, greiður hann frá.
Samstundis mettu tey í bólkaítróttini eisini, at sosiali vinningurin var nógv størri enn hjá rennarunum. At íðka ein ítrótt, einum dámar væl, og fara út við einum smíli er ofta tað, sum avger um venjingin verður løtuverk ella ein fastur partur av lívinum.
Intervallvenjing
Magni Mohr hevur gjørt nógvar kanningar av hvussu venjing ávirkar kroppin.
Eitt av tí, sum nýliga er komið fram er, hvussu góð sokallað intervallvenjing er - eisini tá talan er um heilsu. Intervallvenjing er, tá ein kýtur seg í eina lítla løtu, og síðani tekur tað róligt, og síðani endurtekur hetta fleiri ferðir.
- Mangan er slík venjing í einar 20 minuttir betri, enn at fara út og renna í ein tíma ella tveir, sigur Magni. Men tað ræður um at velja ein venjingarhátt, ið passar til lyndi og dagligdagin hjá tí einstaka.
Her niðanfyri fáa tit tríggjar venjingarskráir, ið hóska til tríggjar ymiskar persónar. Vónandi finnur tú onkra, ið passar til tín tørv.










