Ven hart og stutt

Granskingarúrslit hjá Magna Mohr vísa, at nógv tann størsta framgongdin í venjingarstøðuni kom hjá teimum, sum vandu intenst og stutt í svimjihøllini

 

Magni Mohr hevur saman við føroyskum, enskum, donskum, svenskum og italskum granskarum útgivið nýggja vísindaliga grein í høgt metta vísindaliga tíðarritinum Journal of Applied Physiology. Greinin kallast  "Oxidative capacity and glycogen content increase more in arm than leg muscle in sedentary women after intense training". Tað skrivar Granskingarráðið á heimasiðu sínari.

 

Greinin byggir á kanning framda í Føroyum sum samstarvsverkætlan ímillum Fróðskaparsetur Føroya, Deildina fyri Arbeiðs- og almennaheilsu, Landssjúkrahúsið og Ítróttarsamband Føroya, umframt útlendsk universitet.

 

Kanningin samanber broytingar í yvirkropsvøddum og beinvøddum aftaná 15 vikur av intensari intervalsvimjing (6-10 ferðir 30 sek all-out spurtir við 2 minuttum hvíld ímillum arbeiðsintervallini), langteina svimjing við lágum intensiteti (1 tíma, har roynt varð at svimja so langt sum gjørligt), og so ein tíma av fótbóltsvenjing. Allir bólkar vandu tríggjar ferðir um vikuna.

 

Úrslitini vísa, at allir tríggir venjingarhættir betraðu venjingarstøðuan, men at nógv størsta framgongdin var hjá teimum, sum framdu intensa intervalsvimjing, hóast vant var í sera stutta tíð. Hetta var serstakliga týðuligt í yvirkroppsvøddunum, har tillagingarnar vóru markant størri enn í beinvøddunum. Kanningin vísir, at yvirkropsvøddar hava eitt lægri venjingarútgangsstøði enn beinvøddar, tá talan er um stofskiftisheilsu, og tískil eru yvirkropsítróttir sum svimjing serstakliga vælegnaðir fyri tey, sum vilja betra sær um stofskiftisheilsuna. Her er intens intervalsvimjing ein væl betri venjingarháttur enn langir túrar við lágari ferð. Tískil er boðskapurin til motiónsvimjarar: Setið ferðina upp, og hugsið meira um kvalitet enn kvantitet!

 

Royndarpersónarnir í hesi kanningini vóru ótrenaðir, men í løtuni verður kannað um hetta eisini er galdandi fyri elituítróttarfólk.