Velur brúðleyp fram um HM

Leygardagin 19. juni skal framherjin hjá Sampdoria, Antonio Cassano giftast, og tað ætlar hann at halda fast við.

 

Hetta sjálvt um Italia hevur mangul uppá hugflogsríkar álopsspælarar, og nógvir italskir fótbóltsmiðlar hava nevnt Antonio Cassano, sum ein upplagdan valmøguleika hjá italska landsliðsvenjaranum, Marcello Lippi.

 

Men tað kemur ikki uppá tal hjá Antonio Cassano at avlýsa brúðleypið, sjálvt um honum helst fer at standa í boði at sleppa við italska HM-hópinum, sum skal verja HM-heitið í fótbólti í Suður-Afrika komandi summar.

 

- Tað kemur ikki uppá tal hjá mær at útseta brúðleypið. Tað kann væl verða, at ein primadonna ikki verður góðtikin í einum hópi. Eg havi altíð verið ein primadonna, og fari altíð at verða ein primadonna, sigur Antonio Cassano ósmæðið við italskar ítróttarmiðlar.

 

Unnustan, Rosaria Cannavo kann fegnast um, at Antonio velur hana fram um italsku heimsmeistarnar.

 

Antonio Cassano hevur annars spælt 15 landsdystir fyri Italia, og hann hevur skotið trý mál í teimum dystunum.