- Nú stovna vit áhugafelag fyri øll, sum fáast við at velta í Sandoynni. Sambært uppskotinum til viðtøkur er endamálið at menna og fjølbroyta landbúnaðarframleiðsluna í Sandoynni.
Tað sigur Katrin Petersen, leiðari fyri Vakstrarætlanina fyri Sandoynna.
Hon vísir á, at limirnir í áhugafelagnum skulu fáa høvi saman at finna nýggjar og góðar dyrkingarhættir, so fleiri sløg av vøkstri kunnu fáast.
- Felagið skal eisini stuðla samstarvi um sølu av tí, sum verður velt, og skal verða við til at menna smáframleiðslu yvirhøvur.
Veltan verður ikki bara fyri tey, sum longu nú velta eitt nú epli til at selja, men fyri øll, sum hava áhuga í velting og grønmetisframleiðslu í oynni.
Katrin Petersen sigur, at stovnandi fundurin verður í annaðkvøld - týskvøldið 18. august klokkan 20 - í ovara parti av Sands Bókasavni.
- Á fundinum verður eisini stutt framløga um kunningarferð til Hetlands og Noregs, sum gjørd varð fyrr í summar, sigur Katrin Petersen.