Sjálvt um tað er so sum so við undirtøku til uppskotið hjá Javnaðarflokkinum á løgtingi um setan av eini stjórnmálanevnd, so siga allir flokkarnir uttan Sambandsflokkurin tað sama, sum Javnaðarflokkurin, tá tað snýr seg um ríkisrættarstøðuna.
Sjálvt Tjóðveldisflokkurin, sum hevur tvíhildið um, at vit eiga at gjøgnumføra ta loysing, sum varð samtykt í 1946, vil nú størri sjálvstýri, sjálvt um tað í hvussu so er fyribils er innanfyri ein ríkisfelagskarm.
Allir hesir flokkar eiga nú at taka seg saman og í eini stjórnmálanevnd fáa kannað og lýst møguleikarnar fýri størri sjálvstýri og síðani koma til eina felags niðurstøðu, sum skal vera okkara sjálvstýriskrav fyribils.
Hví Fólkaflokkurin ikki kann taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum er vorðið greitt. Teir tora ikki fyri Edmundi, tí teir hava ikki enn forvunnið nóg nógv av at sita í landsstýrinum. Uttan fyri løgtingið kunnu teir siga hvat teir vilja, men revolvarin situr leysur í slýranum, vága teir sær at gera nakað við málið á løgtingi.
Hinir flokkarnir hava einki at missa í so máta. Tað kann ikki vera annað enn eitt ynski um at markera seg, sum ger, at teir ikki fult og heilt taka undir við uppskoti Javnaðarfloksins.
Við at greiða atkvøðu fyri Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið, kann veljarin vísa hinum flokkunum, at nú mugu teir taka seg saman og saman við Javnaðarflokkinum seta gongd á sjálvstýrisarbeiðið.
Formaðurin í Sambandsflokkinum Edmund Joensen, tvíheldur um, at heimastýrisskipanin er nóg góð. Øll ivamál kunnu loysast á kaffifundunum, sum hann, Jonatan og Poul halda saman.
Men formaður Sambandsfloksins á tingi, Atli Hansen, ynskir sambært valsendingina hjá Sambandsflokkinum, eina nýggja skipan. Veljarakanningarnar vísa, at ein ikki so lítil partur av Sambandsveljarunum ynskir eina nýggja og frælsari skipan.
Hesir kunnu eisini seta vekt aftanfyri hetta ynski við at velja Javnaðarflokkin.
Marita Petersen