Veljið skúlastýri

Umleið 54 skúlar kring oyggjarnar hýsa dagliga umleið 18% av Føroya fólki.

– Nú skulu kommunustýrini, sum partvíst varða av skúlunum, veljast. Hvat skal til í 2012 at menna ein skúla sum gevur børnum okkara dreymar, visiónir og lívsorku til at lyfta okkara samfelag um nøkur ár? Hvat ger at júst okkara kommuna skarar framúr, tá tað ræður um at fáa trivnað millum fólk og at fáa tilflyting?

Soleiðis spyr foreldrafelagið Heim og Skúli, sum vísir á, at vit hava eitt frálíkt høvi tann 23. novembur at vera við til at seta dagsskránna og raðfesta í tí kommunala landslagnum.

– Kommunuvalið er eitt gott høvi hjá okkum foreldrum at seta skúlan á dagsskránna hjá kommununi. Eitt er teir fysisku karmarnir; men hvat fyri visiónir hava tey, sum stilla upp til kommunuvalið, til framtíðina í kommununi? Hvussu síggja tey fyri sær, at børnini fáa umstøður til at blóma og førleika til at vera við til at kommunan mennist og vaksir? Ja, at kommunan blómar? Hvat hugsa tey, sum stilla upp til kommunuvalið, skal raðfestast innan skúlaøkið? Ella er nýggjur bygningur komin og pengakassin tómur, so nú kann einki gerast meir?

– Setið spurningar til tey, sum stilla upp, soleiðis at vit foreldur vita, hvat tey raðfesta, og hvat fyri møguleikar tey síggja fyri framtíðina, sigur foreldrafelagið Heim og Skúli, sum ynskir øllum, og ikki minst okkara børnum, eitt gott val.