Velje longt sáttmálan við Viljorm

Viljormur hevur gjørt sáttmála fram til 2016

Føroyski landsliðsbakkurin, 22 ára gamli Viljormur Davidsen, hevur av álvara tikið av møguleikanum, eftir at hann fekk ein hálvt ára sáttmála í danska felagnum Velje Boldklub.

 

-       Tað var ein løtt avgerð at leingja við Vejle. Eg kenni meg væl í felagnum og eri glaður fyri at vera her. Samstundis eri eg vísur í, at eg komi at menna meg sum fótbóltsspælara í felagnum. Fysta hálva árið hevur gingið væl fyri bæði meg og felagið, sigur Viljormur Davidsen við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Viljormur Davidsen hevur spælt 16 dystir fyri Vejle síðani hann kom til felagið.

 

-       Málið er sjálvandi at biva ein fastur partur av liðnum, samstundis sum vit vónandi klára málið um at flyta upp í sáttmálaskeiðnum, sigur Viljormur víðari.

 

Ítróttarstjórin í felagnum er eisini fegin um yggja sáttmálan.

 

- Viljormur er fantastiskur fyri hópin. Hann kann spæla á flest øllum plássum í verjuni, og somuleiðis er hann ein spælari, sum tú kanst rokna við. Vit vistu at hann var sterkur í tí verjukenda spælinum, men umvegis samarbeiði við venjaratoymið er hann eisini blivin sterkur í framrættaða spælinum. Tann menningin skal nú halda fram, sigur Mads Bro Hansen við heimsíðuna hjá Vejle.

 

Sáttmálin er galdandi heilt fram til á sumri 2016.