Veljarin ynskir eina hóvligari gongd

Tann nýggja veljarakanningin slær aftur fast, at meiri enn helvtin av føroyingum ynskir eina skipan, sum liggur millum heimastýrisskipanina og fullveldisætlanina. Somuleiðis vísir kanningin, at bara fjórði hvør veljari tekur undir við fullveldisætlanini, um tillagingartíðin verður fýra ár.

Nýggja kanningin er aftur eitt dømi um, at tær kanningar, sum geva fólki fleiri møguleikar enn tann eina - ja ella nei til fullveldi - vísa, at flestu føroyingar vilja hava eina meiri hóvliga gongd fram ímóti sjálvstýri. Men føroyingar vilja hava økt sjálvstýri! Tað mugu sambands- og samríkisfólk eisini gera sær greitt. Verður tillagingartíðin 15 ár, sum landsstýrið hevur nevnt sum ein møguleika, taka nærum 50 prosent undir við ætlanini at skipa Føroyar sum fullveldi.


Enn hava landsstýrið og sjtórnin ikki samráðst av álvara. Av hesi orsøk vita vit framvegis ikki, hvat vit skulu taka støðu til. Tí er talan um eina meiri prinsipiella støðutakan til ein ella fleiri møguleikar. Samgongan hevur fullveldið sum mál, men líkt er til, at nú kemur tað væntaða tvíbýtið fram. Í seinastu kanning tók bara helvtin av fólkafloksveljarunum undir við fullveldisætlanini. Og nú eru fleiri røddir í Sjálvstýrisflokkinum - sum fær ein dyggan frammaná í veljarakanningini - farnar at gera vart við seg. Tann eini tingmaðurn heldur enntá, at tað gongur ov skjótt. Spurningurin er, nær ein so mikið stórur partur í samgonguni fer at krevja, at tað verður steðgað á, so málið kann tillagast veruligu støðuni hjá flokkunum.


Teir hóvligu partarnir í Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum hava lykjilin. Teir tykjast í feliri viðurskiftum liggja nærri Javnaðarflokkinum enn Tjóðvelidsflokkinum. Taka vit orðklúgvingina burtur, skuldi áskoðanin hjá hesum trimum flokkunum verið í góðum samljóði við tað, sum veljarin heldur.


Vert er at leggja til merkis, at heili 52 prosent taka víðkað sjálvstýri fram um fullveldi, men bara 36 prosent taka fullveldi fram um víðkað sjálvstýri. Nú er torført at siga, hvat víðkað sjálvstýri ber í sær, men í prinsippinum skuldi tað samsvarað við áskoðanina hjá Javnaðarflokkinum og helst meirilutanum í Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Her skuldi verið eitt alternativ til ta meir víðgongdu støðuna hjá Tjóðveldisflokkinum. Men vil hann flyta seg?


Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vinna, um val hevði verið nú. Báðir flokkar eru ímóti fullveldisætlanini, men spurningurin er, um teir í felag kunnu seta fram eitt alternativ. Sambandsflokkurin vil broytingar, men neyvan so víðgongdar, sum Javnaðarflokkurin vil. Tað var hóast alt hann, sum av álvara tók spurningin um økt sjálvstýri upp aftur fyri trimum árum síðani.


Enn er nógv ógreitt, men tað er greitt, at samgongan hevur ikki meirilutan aftan fyri seg meira, og veljarin ynskir eina hóvligari gongd í sjálvstýrismálinum. Bæði Fólkaflokkurin og Sjálvstýrsflokkurin eru fyri stórum tapi, og Tjóðveldisflokkurin heldur so dánt skansan., hetta eigur at geva samgonguni nakað at hugsa um undan komandi samráðingum.